Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Framvøkstur Kristindómsins

Jóhannes M. Olsen

Kristindómur sum grundstøði fyri menning av europeiska samfelagnum kann neppa yvirmetast.

Í nærrið 2000 ár hevur kristin trúgv og etikkur verið tann berandi bjálkin fyri teim humanistisku virðunum og tí kulturella, materiellu og vitinskapligu tilevning, ið hevur sermerkt londini. 

Um vit einfalt kaga at framvøkstrinum av kristnu trúnni frá síni jødisku og griksk-rómversku røtum ígjøgnum tann  rómverska-katólska kirkjuvøksturin, og hvussuleiðis kristna trúgvin bleiv borin út til onnur kontinentir við missión, men eisini veva inn í evuropeiskar tjóðirs globalu heimsveldir og kolianismu. Søgan sigur eisini frá um týdningin av kristnu missiónin. Nevnast kann eisini hvussu humanisman í skiftandi tíðum í kjalarvatninum av kirkjuni eftirhondini sum hon fekk makt, gjørdi seg galdandi á ymiskan hátt. Vit vita frá søguni. Tann fyrsti spanski gullaldur og samanfall við jødar, kristin og muslimar kundi mikið verið skriva um. Men í sein jødadóminum fram til Jesu tíð framkomu framdeilis fleiri religiøsar reglur og lógarkrøv innanfyri jødisku samfelagsskipanina, lógarkravi fekk ígjøgnum virksemið hjá farisearunum og teim skriftklóku aftur størri rúmd í samfelagnum, samtíðis sum etisk fyrilit í millum menniskjur gjørdist veikarið.

Angelsaksarnir tóku væl ímóti kristindóminum og gjørdust seinrið sjálvir trúboðarar hjá fólkinum á meginlandinum í norðara partinum av Europa líka til Norra. Ì byrjan av 800 talinum hertóku donsku víkingarnir norðeystara partin av Englandi, men blivu eftir langt stríð,fleiri ár, í 878 til seinast steðgaðir og slignir av kong Alfred tí stóra (849-899) í slagnum nær Westbury í Wiltshire.

Tann kristni boðskapurin var fundamentalur og revultionerandi. Elskið fíggindar tykkara! Elskið tín næsta sum sjálvan teg ! Hetta var nýtt í religiónssøguni. Áður var  familjan og stammur sentrið fyri vinarlag og umsorgan. Henda ættarfaðirliga moralskheit finnist í mongum kulturum framvegis har fyrilitið í ættini stammunum stendur sterkt. Soleiðis var hetta eisini í jødisku grundtekstunum í eldra testamentinum, men í kristindóminum opnað etisku holdningarnir seg eisini fyri teim fremmandu, ja, til og við fíggindunum, Jesus skitseraðið tvey umráðandið boð fyri menniskjaligan næstakærleika : Tú skalt elska Gud-og- tú skalt elska næsta tin,sum sjálvan teg!  Ì líknilsinum um miskunsama samáriubúgvan definerast næsti okkara. (luk10,36-37)