Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíggju fólk deyð í sambandi við Corona

Jóhann Lützen

November mánaður hevur verið serliga ringur, og umleið annan hvønn dag missir ein coronasjúklingur lívið í Føroyum. Og í dag, 15. november, komu vit tíverri upp á tvey siffur.

Tað gekk lukkutíð drúgv tíð frá tí at Corona rakti Føroyar í mars í fjør. Tíggju mánaðir seinni andaðist tann fyrsti persónurin við Corona; tað var í januar í ár. Síðani gekk aftur eitt hálvt ár, áðrenn tann næsti andaðist, og leingi stóð talið á 2 andlátum. Men í november í ár er talið bert farið ein veg, og tað er beint uppeftir. Heili 8 coronasjúklingar hava latið lív í november, og talið stendur nú á 10.