Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík skal reisa seg á heimavølli sunnudagin

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur ein avgerandi dyst á skránni sunnudagin.

 

Team Klaksvík hevur við einum undantaki tapt tepurt síðstu dystirnar eftir eina góða byrjan uppá kappingarárið. Komandi vikan verður avgerandi fyri, um Team Klaksvík kann kom afturíaftur í kappingini um 4. plássið.

Ein týdningarmikil dystur í hesum verður sunnudagin, tá Kyndil vitjar í Klaksvík. Kyndil er aftast undan dystinum, men fer framum Team Klaksvík við einum sigri. Hinvegin kemur Team Klaksvík við einum sigri uppá 4. plássið.

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll sunnudagin byrjar kl. 16.00.