Mjølnir kvinnurnar leita framvegis eftir sínum fyrsta sigri í ár, men hann kemur nærri og nærri
Vónirnar vóru góðar at fáa eitt gott úrslit í kvøld, men tað rakk ikki. Hóast Mjølnir førdi 15-10 í fyrsta settið komu kollfjarðakvinnurnar væl aftur og vunnu fyrsta sett, sum gjørdist rættuliga spennandi.
Tey bæði næstu settini var KÍF omaná.
Mjølnir 0 – 3 KÍF, settúrslit: 31-29 25-20 og 25-17
Mjølnir spæla aftur leygardagin móti TB í Trongisvági.





















