Hóast vit ikki eru samd samlaða uppskotið til fíggjarlóg, ið nú er til 2 viðgerð í Løgtinginum, eru altíð onkur góð mál, ið vit eru samd um. Eg fegnist um, at Húsarhaldsskúlin, ið upprunaliga varð settur á null í ár, nú fær 4 milliónir. Vónandi verður nú loksins farið í gongd við at byggja. Fegnist eisini um at játtað verður peningur til Mentunnarhúsið, samkomuhøllina á TSK og økta játtan til umsorgannarheimið Gloria, tó hevði eg ynskt at tann fulla upphæddin, ið skal til at projektera samkomuhøllina varð sett av í ár.
Tað eru serliga tvey mál ið eg sakni á fíggjarlógini, tað er uppstigan av matvøruútbúgvingini og Petø venjingum á Klaksvíkar Sjúkhúsi. Minnilutin setir 600 tkr av til at uppstiga matvøruútbúgvingina soleiðis at vit kunnu menna hetta øki her heima, ístaðin fyri sum nú, at senda lærlingar til Danmarkar í skúla. Somuleiðis seta vit 500 tkr av til Petø venjingar á Klaksvíkar sjúkhúsi. Meðan samgongan skerjir sjúkhúsi við 200 tkr, so seta vit í minnilutanum 500 tkr av til Petø venjingar á Klaksvíkar sjúkhúsi, so hetta venjingartilboðið kann økjast til børn upp til 18 ár og málrættast ymsu aldursbólkunum.
Her eru sostatt fleiri mál at fegnast um hóast tað er rúm fyri batum.



