Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kristianna avloysir Ingilín

Javnaðarflokkurin

Ingilín er blivin sjúk, og tí kemur Kristianna Winther Poulsen í hennara sess á ársins síðsta tingfundi í dag kl. 13.

Vit ynskja Ingilín góðan bata og harmast um, at hon sum uppskotssetari ikki fær verið við til 3. viðgerð av uppskotunum um sammøður.

Samstundis er tað gott, at Kristianna kann møta á tingi og stuðla uppskotunum.

Allir aðrir tinglimir hjá Javnaðarflokkinum hava negativa koronukanning at vísa, og tí hevur flokkurin boðað umsitingini í Løgtinginum frá, at flokkurin heldur, at tingfundur kann haldast í dag sum ætlað.