Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Michael Learns to Rock á Okkara Voxbotn 2022

Tíðindaskriv

Nú koma teir aftur! Michael Learns to Rock, sum áður hava prógvað, at teir spæla sera væl saman við føroyskum áhoyrarafjøldum. Áður hava teir fingið allan býin at runga, so í summar fara teir aftur at kóka Voxbotn.

Teir tríggir Jascha Ricther, Mikkel Lentz og Kåre Wanscher byrjaðu bólkin í 1988, og bólkurin hevur vunnið hópin av gull og platin fyri sínar útgávur. Eisini hevur bólkurin vunnið fleiri virðislønir, m.a. eina “The Best Performing Act of the Year” Grammy virðisløn í Singapore.  

Bólkurin hevði eitt ótal av hittum í 90´unum, og hevur givið út 9 plátur. The Actor, That´s why you go away, Someday og 25 minutes eru sangir, ið áður hava fingið føroyskar áhoyrarar at syngja við, og tað fara teir avgjørt at gera aftur – á Okkara Voxbotn 2022. Tað verður VILT!

Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Hugorm, Tungewaag, Safir, Rasmus Hagen og Brimheim eisini fara at framføra á Okkara Voxbotn 25. juni 2022.

Keyp atgongumerki beinanvegin, tí vit vænta, at tað verður totalt útselt. Atgongumerki fáast í forsølu á ebillett.fo

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema