Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pelagos sett met

Jóhann Lützen

Vit hava tikið í móti 114.000 tonsum av fiski í ár og tað er tað mesta nakrantíð, sigur Jóhan Páll Joensen stjóri á Pelagos

Á uppisjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði hava tey havt úr at gera í ár. Gamla metið var beint omanfyri 100.000 tons, men í ár hava vit tikið ímóti 114.000 tonsum. Umleið helvtin er makrelur og 30% er útlendskur fiskur, upplýsir stjórin. 

Tað arbeiða útvið 80 fólk á Pelagos, vit hava haft 202 landingar við 45 skiparum, sigur Jóhan Páll

Nú fara øll starvsfólkini í eina væl uppiborna jólaferiu og eg vil nýta høvi at ynskja øllum eini gleðilig jól, sigur Jóhan Páll Joensen við Norðlýsið at enda.