Drúgva koronufarsóttin við áhaldandi átøkum og avmarkingum ávirkar eisini fólk sálarliga. Tí verður nú sálarfrøðingur eisini knýttur at farsóttarnevdini eftir ynski frá landsstýrismanninum í heilsumálum
Heilsumálaráðið hevur biðið sjúkrahúsverkið velja ein sálarfrøðing, sum kann taka lut á fundunum í farsóttarnevndini sum serkønur í sálarfrøði.
Hetta hendir eftir ynski frá landsstýrismanninum í heilsumálum sjálvum.
Vit hava nú havt hesa farsóttina í útvið tvey ár og seta javnt og samt avmarkandi átøk í verk at tálma smittuútbreiðsluni. Tað er eyðsæð, at fólk verða støðugt meira sálarliga ávirkað av hesum, og tað hava vit skyldu at taka í størsta álvara. Tí haldi eg, at tað er rætt at knýta ein sálarfrøðing at farsóttarnevndini, at ráðgeva í sálarfrøðiligum spurningum og meta um sálarligu árinini av ætlaðum átøkum.



