Lyklaleikarin hjá KÍ í nógvum avgerandi dystunum í fjør hevur nú fingið nýtt felag.
Hann var ársins álopsleikari hjá summum fyri kappingarárið 2021, har hann m.a. skoraði seks mál í topp 4 dystunum móti HB, Víkingi og NSÍ. Men longu áðrenn kappingarenda í Føroyum var útlendskur áhugi, men tá bleiv skiftið av ongum. Greitt hevur tó verði leingi, at Bob Sumareh ikki fór at halda fram í Føroyum.
Nú er greitt, hvar álopsleikarin fer at spæla. Tað verður fyri Al Bukayriyah, sum spælir í 3. bestu deildini í Saudi Arabia.


