Annika S. Biskopstø sigur, at nógv spennandi fer at mynda heilsuøkið í 2022. Eitt nú fær bókasavnið fleiri fermetrar at húsast í, og tað verður gjørt við at sambinda gamla Isenkram og Bókasavnið á ein vakran og skilagóðan hátt. Tekningar liggja í løtuni á borðinum.
– Endamálið við hesum er, at vit skapa eitt nýtt spennandi innandura umhvørvi, sum serliga er ætlað okkara smæstu borgarum.
– Eg veit, at fleiri foreldur hava eftirspurt eitt stað, har møguleiki er at vera saman sum familja og hittast við øðrum. Hetta verður nú veruleiki.
– Semja er um at skipa nøkur innandura rúm, har møguleiki er fyri spæli, skapandi menning, djúphugsni og hugnaligum lesikrókum. Somuleiðis skulu karmar vera á staðnum, soleiðis at foreldur fáa møguleikan at hittast, hita eina fløsku upp, geva bróst og skifta barninum.
– Barnagarðarnir vitja eisini javnan okkara bókasavn, og leingi hevur eitt ynski verið um, at børnini kunnu fáa meiri rásarúm, kunnu eta teirra matpakkar á staðnum og steðga í longri tíðarbili ella vera saman í størri bólkum.
– Í okkara grannalondum eru fleiri bókasøvn, sum hava ótrúliga góðar karmar. Somuleiðis síggja vit eitt rák á hesum økinum í Føroyum. Klaksvíkar bókasavn er onki aftanfyri, hvat tænastu, úrvali og innihaldi viðvíkur. Men tað verður gott, serliga fyri smábarnaforeldur, at fáa meiri pláss og betri umstøður. Bókasøvn skulu vera tíðarhóskandi og innbjóðandi. Tað er umráðandi at leggja ein góðan mentanarligan botn, stimbra lesivanarnar hjá børnunum, skapa ró og innlivan og geva einstaklingum íblástur. Samfelagið er eisini okkara børn og dýrabæra tíðin vit fáa saman við teimum.



