Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nógvur fiskur í uppganginum

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Nú lágtrýst hava vitjað okkum, hevur verið nógvur uppgangur við strendurnar nógvastaðni í Føroyum. Við byrgingina um Haraldssund er onki undantak í so máta. Her lá nógvur fiskur langt uppi á landi eftir illveðrið. Eisini fleyt væl av fiski útfyri byrgingini og longur norðuri Borðoyarmegin. Hinumegin á Kunoynni var eg ikki og leitaði.

Ein spurningur, sum stakk upp fyri mær var, hví tað bert vóru kongafiskar og brosmur, ja, møguliga onkur longa, sum eru tveitt upp á land í illveðrinum. Í øllum førum sá eg ongan seið, ongan tosk, onga skruppu, reyðfisk ella annað slag.

Havi altíð hildið, at brosma og kongafiskur eru ikki fiskar, ið halda seg næst landinum. Fór tí at hugsa um summaga og lágtrýst, um tað hevur nakað við málið at gera. Royndi at ringja til onkran fiskifrøðing, men tað eydnaðist mær ikki at fáa samband, so kanska onkur her úti kemur við viðmerking, tað hevði verið læruríkt.