Á gongini hjá 2. flokki hanga pappírsmálningar, sum eru karmur um listaframsýningina Landsløg. Tað eru næmingarnir í 2.d, sum fyrr í ár fingu uppgávuna at mála eitt landslag.
Ein einføld uppgáva, sum við ymisku litunum og myndaevnunum gerst frískliga fjølbroytt. Næmingarnir dámdu uppgávuna væl kanska serliga, tí tað var teirra uppgáva, sum tey sjálvi kundu mynda.
Framsýningin hongur í nakrar dagar afturat. Næmingarnir heilsa, at øll eru vælkomin at vitja hana.











