Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stormurin Malik

Hanus Kjølbro

Lágtrýstið, sum fer at geva okkum storm í morgin (leygardagin), ferðast í landsynning og fer at raka Danmark seinnapartin í morgin.

Tað er serliga í Norður- og Vesturjyllandi, at tey vænta nógvan vind, upp í 25 til 28 m/s í miðalvindi. Eisini Norðurfyn, Norðursjælland og Bornholm fara at merkja stormin.

Stormurin hevur fingið navnið Malik. Seinast, tey góvu einum stormi navn í Danmark, var í mars mánað í 2020. Tann stormurin æt navnið Laura. Tey brúka stavraðið at geva nøvn, aðruhvørja ferð konufólkanavn og mannfólkanavn. 

Næsti stormurin í Danmark fær eitt konufólkanavn, ið byrjar við N. Enn veit eingin, nær tað verður.

Brúktu vit í Føroyum somu mannagongd og navngóvu hvønn storm, sum rakti Føroyar, so hevði tað neyvan verið 2 ár millum hvørja navngeving. Vit høvdu komið ígjøgnum stavraðið nakað væl skjótari.