Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tænastudepil skal byggjast á Viðareiði

klaksvik.fo

Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur gjørt av, at tænastudepilin skal fevna um hølir til venjingar, heimatænastu og dagtilhald.

 

Í hesum sambandi verður skipað fyri kunningarátaki í Auluni í skúlanum á Viðareiði hóskvøldið 3. februar kl. 19.00.

Eisini fer tað í næstum at bera til hjá fólkapensjónistum at venja í skúlanum á Viðareiði. Kunnað verður somuleiðis um hendan venjingarmøguleika og høvi verður at síggja venjingarumstøðurnar. 

Skráin: 

  • Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, bjóðar vælkomin
  • Marna E. Jensen, stjóri fyri NBH, og Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, kunna um tænastudepilin
  • Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina hjá NBH, kunnar um venjingartilboðið
  • Margetha í Buð, limur í Eldraráðnum, hugleiðir
  • Olvheðin Jacobsen syngur
  • Katrin Næs, borgarstjóri i Hvannasundi, leiðir átakið

 

Allir fólkapensjónistar norðanfyri fjall eru vælkomnir.