FC Midtjylland hevur fingið fatur á brasilianska áleyparinum Vagner Love og týska miðvallarinum Max Meyer, og hevur tí av sonnum merkerað seg í flytingarvindeyganum í januar.
Føroyingar hava altíð verið áhugaðir í donskum fótbólti, einamest tí at føroyingarnir og klaksvíkingarnir, Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen, spældu við ávikavist FCK og Herfølgu í bestu donsku deildini. Nú kunnu teir eisini fáa gleði av at síggja fyrrverandi brasilianska landsliðsleikaran, Vagner Love, spæla fyri FC Midtjylland. Danskir miðlar gjørdu nógv burtur úr, tá ið hetta gjørdist teimum kunnugt, og høvuspersónurin sjálvur gleðir seg til uppgávuna. Vagner Love hevur spæl 20 landsliðsdystir fyri Brasil, men er í dag 36 ár, og tí kann man vænta at hetta er endaspurturin av yrkisleið hansara.
Umframft fleiri spælara tilgongdir til FC Midtjylland, so er tilgongdin av týska miðvallarinum, Max Meyer, helst eitt av støstu flytingunum í januar vindeyganum í Danmark. Max Meyer er bert 26 ára gamal, og tí hevur hann møguleikan at skjóta yrkisleiðina í gongd aftur, eftir nøkur soltin ár.
Hann hevur leikt 4 altjóða dystir fyri týska landsliðið og 6 dystir í samband við OL. Hann hevur leikt nógvar dystir við Schalke 04 umframt at hann eisini hevur verið í Crystal Palace eitt skiftið. Seinasta árið hevur hann verið knýttur at Fenerbahçe, men tað hevur verið sera lítið við spælitíð.
FC Midtjylland hevur leiga leikaran fyri restina av kappingarárinum, og men hevur møguleika at keypa leikaran, um ynski er um tað.




