Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vitanaðarstøði alt avgerandi

Ísak Mikladal

Fari við hesum fáu reglum at koma við nøkrum hugleiðingum, í samband við greinina sum skyldmaður mín Jógvan við Keldu, hevur á portalinum hjá Norðlýsinum – Klaksvík – nógv er hent, neyðugt tó við øktari menning.

Eg havi mangan hugsað um, hví vit í Klaksvík ikki hava tann framburð, sum vit nátúrliga meina at vit áttu at havt, eisini í mun til aðrar partar av samfelagnum.

Tað er einki at taka seg aftur í, at seinastu mongu árini hevur inntøkan hjá nógvum av okkara fyritøkum og borgarum verið góð og arbeiði hevur verið til allar vinnuførar hendur, so inntøku sæð er tað neyvan har, tað haltar.

Eg fari at loyva mær at koma við nøkrum sjónarmiðum.

Eitt nærsamfelag sum ikki javnt hækkar sítt samlaða vitanarstøðið, verður við tíðini eftirbátur í mun til onnur nærsamfeløg og sum frá líður eisini eftirbátur í mun til samfelagið annars.

Í Klaksvík finnast ongar almennar fyritøkur/stovnar, har krøv verða sett til starvsfólk um hægsta vitanarstøðið – hægri útbúgvingar – magistari ella professari.

Í stóran mun er tað sama galdandi innan tað privatu vinnuna. Nakrir stovnarar hava góðar førleikar, men eingin fyritøka hevur eina granskingar eind tengda at sær, har granskarar kunnu koma og fáa íblástur og geva frá sær, og av granskingarpengum falla sera fáar krónur niður í Klaksvík, fyri ikki at siga ongar.

Tey flestu sum verða sett í starv innan privatu vinnuna, eru í nærbondum til familju, átrúnað og politikk, tað er ikki nokk. Tað er ilt at síggja, at tað absolutt vitanarliga liggur fremst í huganum.

Um vit hyggja at bókmentum, málningalist, sjónleiki, tónleiki v.m., so koma vit til tað sama. Vit hava ikki tað vitanarstøðið, sum skal til fyri at lyfta hetta upp á eitt hægri støði. Nakrar eldsálir eru, sum eru gull verdar, men mentanin fær ikki neyðugu viðurkenningina og umstøður at virka undir.

Stórt sæð einasta mentunarliga undantak er ítrótturin, sum hevur fingið stóra viðurkenning, um enn ikki øll kenna seg nóg væl hoyrd.

Eg sakni millum annað, at tey sum seinnu mongu árini hava havt eina avbera góða inntøku, ikki hava tikið seg saman á vinnuliga økinum við nýggjum vinnufyritøkum, um tey sum forvinna væl, ikki ganga undan í dagsins samfelagi við nýggjum hugskotum, kann roknast við at stígur kemur í. Eg hevði rokna við, at sum árini gingu, fóru hesi at bróta upp um armar og lyfta nærsamfelagið hægri fram á leið – kanska tað fer at henda.

Nakað soleiðis síggi eg Klaksvík av Kjølinum anno 2022

 

Ísak Mikladal, 1. Februar 2022