Fríggjadagin í miðhøllini er friðarligt og við eitt av borðunum sita næmingar og arbeiða. Tær hava fingið eina uppgávu um hjartað og skulu skriva niður, hvussu ymisku rúmini og æðrarnar í hjartanum eita
Tær greiða frá, at hjartað er mitt í bringurúminum og er ein innanopin vøddi, sum pumpar blóð út í kroppin. Hetta ger hjartað, so at kyknurnar fáa lat tað oxygenið og alla ta føðslu, sum teimum tørvar.
Eisini vísa tær á, at tá ið vit hvíla okkum, slær hjartað 60-80 ferðir um minuttin, men um vit íðka, kann hjartað sláa upp í 200 ferðir í minuttin.
Tær sita so hugagóðar og fylla nøvn á ymisku lutirnar í hjartanum.
Evnið er eisini hóskandi til komandi sunnudag, sum er tann 13. februar, tá ið Valentinus-messa er. Tá skulu vit nevniliga minnast til at vera góð hvør við annan.
So við hjartauppgávunum hjá 7. flokki ynskja vit tykkum eitt hjartaligt vikuskifti.







