Eftir at tað er greitt, at landsstýrismaðurin og formaðurin í Fólkaflokkinum, hevur lagt frá sær sum lansstýrismaður orsaka av rúsdrekkakoyring, er spurningurin hvat víðari kemur at henda.
Floksformaðurin hevur sjálvur meldað út, at bíða verður nú eftir blóðroyndini. Í málum um promillukoyring verður altíð blóðroynd tikin fyri at staðfesta neyvu promilluna. Tað svarið kemur væntandi ikki fyrr enn um eina ella tvær vikur. Revsingin fyri slík brot á ferðslulógina veldst um, hvussu stór promillan hevur verið.
Harafturat skal havast í huga, at løgtingið helst skal taka støðu til, um órinið skal takst frá Jørgen Niclasen. Tá talan er um løgtingslimir, kann dómsvaldið ikki revsa uttan víðari. Løgtingsfólk eru serliga vard fyri dómsvaldinum, og tí skal løgtingið samtykkja at taka órinið frá einum løgtingslimi, um hann skal kunna revsast.
Hetta er tó alt ov tíðliga at siga, tí fyrst skal fútin hava ætlanir um at ákæra floksformannin fyri brot á lógina.
Um tað kemur har til, so er vanlig mannagongd tann, at ein slík umbøn frá fútanum fyrst kemur til viðgerðar í formansskapinum. Er formansskapurin samdur í, at órinið skal takast frá persóninum, leggur hann uppskot fyri Løgtingið, sum so tekur tað til viðgerðar.
Eisini kann tað henda, at Jørgen Niclasen sjálvur fer at heita Føroya Løgting um at taka órinið frá sær, so hann kann revsast eins og øll onnur.
Slík mál plaga at verða avgreiðsluspurningar, sum Løgtingið samtykkir rættiliga skjótt.



