Niðanfyri kanst tú kunna teg um Torraskránna fyri mánadagin
Mánadagur 21. februar 2022
10.00 – 14.00: Café Gloria
Bindicafé á Café Gloriu
Vit fara at hugna okkum við stokkum, og Maiken Steinberg hevur bindiskeið.
At hava við: stokkar og tógv, ið passa saman
12.00 – 14.00: Amarant
Fisk & Chips – Gjørt eftir bretskari uppskrift!
13.00 – 17.30: Blákrossbúðin á Klaksvíksvegi 63 hevur eisini opið
14.00 – 17.00: Gamla Seglhúsið
Framsýning við ymiskum listaverkum av m.ø. Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø.
19.00: Nýggja Miðhøllin
Klaksvíkar Tónlistaskúli – næmingakonsert
19.30: Gamla Miðhøllin á Skúlatrøð
Fyrilestur við Bjørn Kunoy, professara í altjóða lóg á Fróðskaparsetur Føroya – ”Grundlinjur Føroya, søguligt og rættarligt grundarlag”.
Talan er um eitt áhugavert evni, ið umframt at viðgera havrættarlig viðurskifti, eisini lítur afturá søguligu gongdina í Føroyum, her uppií stríðið við Bretland í fimti- og sekstiárunum, og í hvønn mun støða Danmarkar ávirkaði tilgongdina at gera tillagingar til gomlu grundlinjur Føroya.
19.30: Klaksvíkar Bókasavn
Krimisøgan “List” – Eyðun Klakstein.
List er fyrsta skaldsøgan hjá Eyðuni Klakstein. Í bókini verður eitt Mikinesmeistaraverkið stolið, og leiðarin av listasavninum, Sára Emmudóttir kemur í satt ódnarveður, tí øll vilja vita, hvussu stuldurin kundi henda, og fleiri royna at gera sær dælt av støðuni – bæði í listaumhvørvinum og í politiska heiminum.
Á bókacaféini veður prát við rithøvundin og upplestur.
20.00: Café Gloria
Sangløta – Andakt og hugnakvøld.
Samkoman í Elim saman við Frelsunarherinum hava andakt og skipa fyri sangkvøldi.
Eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa.
22.00: Atlantis
Moonfall: Tá ið forsetin í NASA og fyrrverandi rúm- darfararin Jo Fowler (Halle Berry) gerst varug við, at mánin innan stutta tíð verður settur av kós, og harvið førir við sær, at jørðin og øll mannaættin verða løgd í oyði, tekur hon eina óvanliga avgerð.
Sí meir á www.klaksvik.fo



