Í dag stóð á skrá í Torraskránni: Bindicafé á Café Gloria
Bindicafé á Café Gloria lat upp kl. 10.00 – 14.00.
Har sótur nakrar damur, sum høvdu stokkar og tógv við. Tær hugnaður sær við stokkum, meðan Maiken Steinberg greiddi frá teimum ymsu bindiuppskriftunum.
Eisini sat ein yngri dama við garvaðari og litaiðari laksaskræðu, sum hon skuldi gera til borðprýði.
í kvøld kl. 20.00 verður á Café Gloria sangløta við andakt og hugnaløtu.
Samkoman í Elim saman við Frelsunarherinum, hava andakt og skipa fyri sangkvøldinum, eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa.













