Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Íslendskar alifyritøkur ganga í fótasporunum hjá Hiddenfjord og flyta nú laks sjóvegis til USA

Jóhann Lützen

Í oktober 2020 gavst Hiddenfjord við øllum flogflutningi av laksi, og minkaði harvið um CO2-útlátið av flutningi til USA við heili 94 prosentum. Hetta hevur vakt ans í alivinnuni uttanlands. Hiddenfjord hevur brotið slóð og broytt fatanina hjá alivinnuni av flutningi, sigur stovnarin av íslendsku alifyritøkuni Arctic Fish, Sigurd Petursson.

Í samrøðu við Intrafish sigur Sigurd, at alifyritøkur í Íslandi fara at leggja størri dent á góðsku og burðardygd. At flyta laks sjóvegis er ein burðardygg loysn, ið førir til nógv minni CO2-útlát enn flogflutningur. Sigurd Petursson væntar, at fleiri alifyritøkur fara at gera sum Hiddenfjord og flyta laksin sjógvegis til marknaðin, og harvið minka munandi um CO2-útlátið.

Greinin í Intrafish kann lesast her.

Harleyfacadeacryl