Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Teknmálscaféin á Torradøgunum

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í dag var skipað fyri áhugaverdari og forvitnisligari teknmálskafé í nýggju miðhøllini á Skúlatrøð kl. 11 – 15. Felagið Teknmál og Teknmálskvøldskúlin

Endamálið var at upplýsa og varpa ljós á føroykst teknmál. Tað var tó ikki – ALS IKKI neyðugt at duga teknmál framanundan, men tú fekst møguleikan at royna teg. Har lógu nøkur bløð við myndum av fiskum, so kundi tú scanna eina QR-kotu og fáa at vita hvussu teknmálið fyri hetta fiskaslagið var.

Ymiskt leskiligt var til keyps í kaféini, so sum nýbakaðar vaflur, bollar og kakao, kaffe og te. Eisini bar til at ogna sær føroyska handstavraðið.

Gjøgnum dagin varð skipa fyri stuttum innsløgum um og á teknmálið. Onkur royndi seg í ókeypis fiskibrunninum og spøl til børnini.

Tað fyrsta sum var á skrá, ar at Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í Almannamálum, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, settu kaféina

Síðani varð greitt frá, Hvat er teknmál? Ein søga á teknmáli, Sangir á teknmáli og Hví læri eg teknmál?

Borgarstjórin byrjaði røður sína á teknmáli, og tað dámdu teimum, sum bert hava teknmál at samskifta við. Tá ið røðurnar vóru liðnað, var klappað á teknmáli! Tað gert tú við at hava hendurnar upp í loft og vinka við opnum lógva – spreiddum fingrum.

Føroyskt teknmál var viðurkent, sum alment føroyskt mál 5. juli 2017. Munurin millum teknmál og talumál er, at talumál verður samskift við ljóði, ímeðan teknmál verður borið fram við rørslum, handa- og andlitsbrøgdum. Teknmál er eitt sjálvstøðugt mál og hevur egna mállæru og ber egna mentan.

Teknmál er ikki altjóðamál. Tað undarliga er, at tað eru umleið líka nógv teknmál í heiminum, sum tað og talumál.

Ein áhugaverd og umráðandi TeknmálsCafé, sum vónandi verður aftur eina aðra ferð.