Gentur 14 árgangurin hjá Mjølnir er gyltur
Í gjár vann Mjølnir b-finaluna í G14. Í tí triðju steypafinaluni hetta vikuskifti vann Mjølnir sín triðja steypasigur. Mjølnir vann fyrsta sett og Fleyr næsta sett. Gentur 14 í a-bólkinum vundu burturúr Fleyr í seinasta settinum og vunnu trygt 2-1.
Elisabeth N. Vilhelmsen varð kosin til dagsins leikara.
Tær flestu á liðnum kunnu spæla í G14 eisini næsta ár.
Merkisvert er, at Fleyr hevur fleiri leikarar á U14 landsliðnum meðan Mjølnir ongan hevur.






































