Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skalt tú byggja í summar?

klaksvik.fo

Tá summarið nærkast, gerst hugurin at fara undir smærri umbyggingar og umvælingar alsamt størri. Tað er ikki ókent, at summarfrítíðin verður brúkt til at smíða sær eitt bilhús, eina altan ella ein tilbygning.

Áðrenn farið verður undir størri ella smærri umvælingar, er tað týdningarmikið at hava í huga, at ávís byggiarbeiði krevja byggiloyvi.

Tað er nógv ferð á byggingini í kommununi, og umsitingin hevur tí eisini nógv mál, sum krevja viðgerð. Tí ræður um at vera í góðari tíð, um tú vilt tryggja tær, at títt byggimál verður viðgjørt og avgreitt. Um tú vilt vera vís/ur í, at fáa svar upp tína umsókn áðrenn summarfrítíðin byrjar er best, um søkt verður um byggiloyvi áðrenn páskafrítíðina. 

Tað er tó ikki øll bygging, sum krevur byggiloyvi, men ofta eru ymiskar treytir, sum skulu lúkast. Ert tú í iva, um títt byggiarbeiði krevur byggiloyvi, so ber til at lesa meira her: Yvirlit yvir arbeiði, sum ikki krevja byggiloyvi. 

Til ber eisini at seta seg í samband við Sverra Michalsen, byggifulltrúa, umvegis teldupost sverri@klaksvik.fo