Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stormd – Stina á bókasavninum

skulatrod.fo

Mikudagin var 1. flokkur boðin niðan í bókasavnið.

Bergur, skúlabókavørðurin, segði frá søguni um Storm – Stinu, sum býr hjá abbanum úti á einari oyggj í svenska skerjagarðinum. Best dámar Stinu storm og brim. Tað er stuttligt og ræðuligt í senn – men tað besta av øllum er, at Stina sleppur frá at vera einsamøll í storminum.

Aftan á søguna greiddi Bergur flokkinum frá, hvørjar bøkur 1. flokkur kann læna. Og so sluppu tey sjálvandi at velja sær eina bók at hyggja og lesa í.

Ein góð lesiløta 

Myndir av virknum lesarum og bókavørði er her