Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mikkjal: – Eg vóni at vit koma at undirhalda og skapa fantastiskar løtur saman

Jóhann Lützen

Norðlýsið hevur sett Mikkjali Kjartanssyni Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ, stevnu, nú kappingarárið er farið aftur á rull. Vit hava umrøtt fyrireikingar, venjingardystir, avbjóðingar og motivatión hjá KÍ og koma somuleiðis inn á hvørjir kappingarneytar eru mest vandamiklir, eins og vit umrøða europeisku avbjóðingina í summar.

 

(Grein úr blaðnum)

 

Fótbóltur árið runt

Mikkjal leggur út við at greiða frá, at teir byrjaðu longu uppá fyrireikingarnar 2 vikur aftaná seinasta kappingarár, og tað vil siga longu áðrenn hini feløgini so mikið sum høvdu spælt semifinalurnar um Løgmanssteypið. Elisabet (Vang, blðm.) hevur staðið fyri fysisku venjingini, og Mikkjal sigur, at tann fysiska venjingin undan hesum kappingarárinum hevur verið betri enn nakrantíð áður. 

Tá vit so koma inn í 2022, eru onkrir í hópinum darvaðir av Corona, og onkrir venjingardystir hava verið avlýstir av tí sama. Aðrir eru raktir av illveðri, ið hevur gjørt tað ógjørligt at spæla uttandura. Claes Kronberg og Jóannes Bjartalíð hava verið nakað darvaðir, eins og seinastu kortini komu nakað seint uppá pláss, leggur hann afturat. Men sær man burtur frá hesum, er tað gingið ótrúliga væl og hevur verið stuttligt og motiverandi fyri Mikkjal at síggja, hvussu stóra ábyrgd spælararnir hava tikið fyri at fáa tað at ganga væl.

Avbjóðingin í ár hevur verið at finna teir seinastu trumfirnar, sum Mikkjal orðar tað, t.v.s. seinastu íkastini til hópin. Tað er nústani komið undir land, og seinastu 2 spælararnir eru ikki klárir at spæla enn vegna formlig viðurskifti og loyvi. Orsøkin til, at teir nústani eru komnir, er at KÍ ikki vildi ganga uppá kompromis við dygd, sigur venjarin. Men at enda var neyðugt at taka eina avgerð, og nakað av óvissu er tíverri enn, men tað er ein partur av spælinum.

Spurdur um samansetingina av hópinum svarar Mikkjal K. Thomassen, at KÍ-hópurin verður settur saman sum 11 teir sterkastu spælararnir, og síðani 1:1 aftaná tað, t.v.s. ein spælari eyka á hvørjari positión. Harvið koma vit upp á 22. Og so kemur eitt triðja “line-up”, sum í einum semi-professionellum felagi sum KÍ merkir, at neyðugt kann vera at fara heilt niður í 16-ára gamlar leikarar. Innkeypsstrategiin snýr seg annars fult og heilt um góðsku, og onnur fyrilit enn tey viðvíkjandi góðsku verða ikki tikin – tó at tað sjálvandi ikki merkir, at felagið fer at keypa nógvar góðar verjuleikarar og ongan góðan áleypara, so leikarapositiónirnar hava eisini nakað at siga. 

Venjarin leggur dent á, at ongar klikur eru í KÍ-hópinum, og at tað skulu tað heldur ikki vera. Stór fokus er á, at KÍ er eitt felag. Hevur tú eitt ov stórt ego, so er Klaksvíkar Ítróttarfelag ikki nakað fyri teg, sigur Mikkjal orðarætt. Man skal vera ein liðspælari, og tað merkir heldur ikki at vera ein bólkaspælari. KÍ hevur sum lið ongar undirbólkar; hópurin virkar sum ein samanhangandi eind. 

 

Høg mál heima og í Europa

Málsetningurin er, enn sum áður, at vinna alt, sum kann vinnast, og í so máta er onki nýtt undir sólini. Tað er tað hinvegin, tá tað kemur til fremstu avbjóðararnar. Kappingarneytarnir hjá KÍ í ár verða Víkingur, B36 og HB, sigur hann, og sigur harvið óbeinleiðis, at NSÍ ikki er at rokna sum millum fremstu avbjóðararnar longur. Í ár fer tað tí at snúgva seg um at útinna innanhýsisdystirnar millum hesi 4 feløgini. Kappingin verður helst harðari enn í fjør, sigur Mikkjal, og grundgevur hetta við, at B36 hevur styrkt seg, Víkingur er mest imponerandi, meðan HB hevur nógvar góðar spælarar. Her kann leggjast afturat, at hetta samsvarar við tað, sum KÍ-legendan Todi Jónsson, sum nú stendur á odda fyri Nes Sóknar Ítróttarfelagi, segði herfyri um, at unga NSÍ-liðið í ár ikki hevur europafótbólt sum fremstu realistisku ambitiónina. 

Men tá ið tað kemur til europeiskar avbjóðingar hjá KÍ, er Mikkjal til reiðar at taka næsta stigið, ið merkir bólkaspæl. Har er munurin frá í fjør, at KÍ í ár bæði skal spæla Champions League og Conference League, og Mikkjal tosar heilt natúrliga um møguleikan fyri at koma í bólkaspælið í aðrari kappingini. Hetta er nakað, hann als ikki ræðist, men heldur tvørturímóti, at liðið verður skerpt av tí. Jú fleiri dystir, jú betur, leggur hann afturat, og sigur eisini, at hann ikki óttast at missa nakað í landskappingini av, at KÍ kemur langt í Europa. Vit kunnu eisini styrkja um hópin við einum ella tveimum leikarum í summar, sigur Mikkjal. Tað er bara positivt at vit koma langt í Europa, felagið blívur betri, spælararnir blíva betri, tað er meira spennandi fyri Klaksvík og bygdirnar rundan um her, leggur Mikkjal aftrat.

Komið varð eisini inn á 4. og 5. útskiftingina, sum KÍ var tað fyrsta felagið til at gera sær dælt av um vikuskiftið. Mikkjal Thomassen sær bara fyrimunir við tí í løtuni, tí fleiri spælarar á tann hátt fara at fáa spælitíð. Hetta fer sjálvsagt at verða eftirmett í heyst, og so er ikki so nógv meira at siga um tað.

 

Mikkjal hevur lært nógv

At enda komu vit inn á týdningin av tí at læra og menna í fótbóltshøpi. Mikkjal K. Thomassen sigur seg lesa eina rúgvu um leiðslu og menning, og venjarin sigur tað vera ótrúliga meiningsfult og mennandi fyri seg at sleppa at røkja KÍ í eina løtu. Mikkjal sigur seg verða ekstremt drivnan og hann trívist so væl við at kappast. Hann leggur stóran dent á, at fyri seg er KÍ til láns – tað er lokalumhvørvið, ið eigur KÍ. Ein annar stórur partur av menningartilgondini er at leitað sær íblástur uttanifrá. Hann hyggur at venjarum, sum, á ein og annan hátt, gera seg bermerktar. Hann kennir venjarar, sum hann prátar við og hyggur eftir teirra dystum, eftir kjansunum teir skapa osv, alt við tí fyri eyga at gera KÍ liðið betri.

Tá vit spyrja um hvørt Mikkjal sjálvur hevur ment seg hesi árini hann hevur verið venjari í KÍ er hann ivaleysur. Tað hevur verið ein risa persónlig læringsprocess á øllum møguligum økjum. Eg havi lært hvussu stóran týdning KÍ hevur fyri fólkini í Norðoyggjum. Reint fakliga havi eg flutt meg, eri blivin betri og hvassari, skilji spæl og mótspæl betur, ja alt møguligt. Alt hetta kemur sum eitt úrslit av allari tí tíðini, sum verður lagt í KÍ, staðfestir Mikkjal.

Vit enda samrøðuna við einum ynski frá venjaranum um at siga tøkk til allar KÍ’arar, Klaksvíkar Kommunu, individini handan vinnulívið her á staðnum, eins og øll tey, ið onkursvegna taka eitt stórt tak fyri felagið, og verður hendan tøkkin hervið send teimum víðari. “Tað gevur eina heilt serstaka motivatión at fáa góð orð við á vegnum frá hesum, ið eru so sera góð við KÍ sum felag og eg vóni at vit koma at undirhalda og skapa fantastiskar løtur saman”, endar Mikkjal við at siga.