Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tryggari umstøður undir sjúku

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingslimur

Fleiri av okkum minnast óivað til, tá  Norðlýsið  í  2017  skrivaði  um ein “stjóra” á einum útróðrarbáti, sum kom sera illa fyri av einum skaða hann fekk á útróðri. Teir vóru tríggir, sum áttu bátin, ið maðurin var við hendan túrin. Teir høvdu  stovnað sær  partafelag, og hetta kravdi,  at ein teirra bar heitið “stjóri”. Tað var maðurin, sum  Norðlýsið skrivaði   um. Hann mátti leggjast uppi í longri tíð, orsakað av skaðanum hann fekk í hondina.

Hetta kom honum illa við, tí orsakað av,  at hann bar heitið “stjóri”, kundi hann ikki fáa dagpening,  og tá hann ikki hevði nakra eyka inntøku av heitinum, gjørdist hetta honum ein drúgv tíð við ongari peningaligari inntøku.

Tá vit komu í samgongu í 2019 setti eg mær beinanvegi  fyri, at hetta var eitt mál sum skuldi loysast. Sum táverandi  landstýriskvinna í almannamálum tók eg málið upp og gjørdi uppskot til broytingar í lógini  um sjúkradagpening.  Hesi fólkini skuldu ikki detta niður ímillum í sjúkrastøðu.    Uppskotið bleiv sent til hoyringar, har  hendan støðan skuldi  broytast.

Í dag kunnu vit fegnast um, at eitt samt løgting tók undir við broytingunum í løgtingslógini  um sjúkradagpening. Broytingarnar hava millum annað við sær  betri karmar til  smærri fyritøkur og íverksetarar.

Hetta er eitt mál, sum hendan samgongan tók upp og sum nú eitt samt løgting tók undir við.   Eg fegnist um hetta.

Fólkaflokkurin er ein sosialur flokkur eisini.