Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjey KÍ-leikarar á A- og U21-landsliðnum

Jákup Ósá

Í morgun var landsliðsúttøka.

Til A-landsliðið blivu René S. Joensen, Odmar Færø, Jákup B. Andreasen, Mads B. Mikkelsen og Jóannes Bjartalíð úttiknir. Til U21-landsliðið blivu Børge Petersen og Jonn Johannessen úttiknir.

Heini Vatnsdal er ikki við og á FM1 segði Håkan Ericson, at tað er vegna skaða, at Heini ikki er við, tí hann ikki fær vant fult út í løtuni. Mads B. Mikkelsen er fyrrverandi U21-landsliðsleikari, men hetta er fyrstu ferð, at hann er á A-landsliðnum. Tó ikki so óvæntað, tí Mads hevur verið sannførandi fyrstu umførini í ár og hann var eisini ofta sannførandi í HB, tá hann var tøkur, men trupulleikin hevur altíð verið skaðarnir, sum hann enn er loppin undan í KÍ.