Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bókaframløga í Klaksvíkar bókasavni

Jóhann Lützen

Í sambandi við, at nýggja upprunaføroyska bókin, Matur – okkara virðismikla tilfeingi, er komin á marknaðin, verður skipað fyri bókaframløgu hósdagin 17. mars kl. 17 í Klaksvíkar bókasavni!

Býarbókavørður Annika Egholm fer at hava samrøðu við høvundarnar báðar, Sannu Andrassardóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen, og so verður bókin eisin til sølu fyri serprís.

 

Um bókina

Visti tú, at ein TRIÐINGUR av øllum mati, sum verður framleiddur í heiminum, fer í rusk? At tað fara næstan SJEY fullir bilar við mati og matleivdum um vikuna á brennistøðirnar í Føroyum? At vit í miðal fyri hvønn føroying innflyta 15 KG av neytakjøti um árið? Og ikki minst, at vit ØLL kunnu gera nógv fyri at minka um nøgdirnar av mati, sum fara burtur? Matvøruframleiðsla hevur stóra ávirkan á umhvørvið, og eisini á veðurlagsbroytingar. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvar maturin, vit eta í Føroyum, kemur frá, hvat vit gera við matin heima, og hvat vit sjálv kunnu gera fyri at minka um matoyðsl heima hjá okkum sjálvum.

 

Um høvundarnar

Gunnhild og Sanna eru systrar. Gunnhild er fødd í 1983 og hevur lisið samfelagsfrøði og humanvistfrøði. Sanna er fødd í 1981 og hevur lisið mál- og bókmentafrøði. Tær vóru við at endurstovna FNU, Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, í 2014, og fyrstu árini sótu tær í nevndini. Tær eru við í VistGrøði umframt í átakinum Kjøtfríur mánadagur – Føroyar.

Bókin er innbundin, 100 bls. og kostar vanliga 225,- hendan dagin verður hon tó seld fyri serprís!