Dámligi argentinin hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, ið knýtir hann at Mjølnir komandi kappingarár
Cristian Imhoff verður leikandi venjari og ungdómsvenjari hjá Mjølnir aftur komandi kappingarár.
Cristian Imhoff og Mjølnir eru eitt sera gott match. Hann kom til Mjølnir seinasta kappingarár og vann meistaraheitið – tað 11. í røðini hjá Mjølnir monnunum. Í steypakappingini taptu Mjølnir móti ÍF.
Harumframt fekk hann gongd á dreingjasíðuna hjá Mjølnir, hann fekk dreingir í Klaksvík aftur at venja flogbólt. Gentusíðan hjá Mjølnir hevur altíð verið væl skipað og haft nógvar íðkarar. Flogbóltssambandið hevur eisini lagt merki til eginleikarnar hjá Cristian og hava sett hann sum ungdómsvenjara fyri U15 og U17 dreingir hjá Føroyum.
Í ár vunnu menninir steypakappingina 3-1 herfyri móti ÍF. Mjølnir hava ligið á odda í Føroya Tele deildini í alt ár og hava eisini spælt seg í FM finalurnar, ið verða leiktar um mánaðarskifti mars/apríl. Mótstøðuliðið verður antin SÍ ella ÍF.
Christian Imhoff er 36 ára gamal, hann er 203 cm høgur og hevur leikt við argentinska landsliðnum á sínum ungu døgum.



