Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í kvøld byrjar landskappingin hjá KÍ-kvinnunum

Jákup Ósá

KÍ fær vitjan av B36 í 1. umfarinum í landskappingini.

Í kvøld byrjar landskappingin í bestu kvinnudeildini hjá KÍ. KÍ fær vitjan av B36 á heimavølli. Talan er um tvey lið, sum hava fyrireikað seg væl til hetta kappingarárið. KÍ hevur vant meir enn kanska nakrantíð og hevur útbygt venjaratoymið. Ætlanin er at lyfta seg á eitt hægri stig. Manningin líkist nógv henni frá í fjør, tá KÍ vann FM. B36 hevur fingið styrk við leikarum frá Brasil og hevur eisini útbygt venjaratoymið.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.30. Dómari verður Jonn S. Thomsen. Atgongumerkið kostar 50 kr., og tá er kaffi íroknað, sum kemur at standa í báðum skýlunum.

Harleywoodpaint