Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stjørnan skal leika um bronsuna

Oliver Joensen

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið í Hoyvík og leikt næstu hálvfinaluna um FM-heitið í móti H71. Fyrstu hálvfinaluna vann H71, so kravið hjá Stjørnuni var ein sigur. Tað gekk javnt á stóran part av fyrra hálvleiki, tó var tað H71 sum hevði munin við tveimum og trimum málnum. Men seinastu fimm minuttirnir av fyrra hálvleiki blivur dýrir fyri Stjørnuna, orsaka av mistøkum sum beinan vegin blivu straffaði av skjótu og kviku H71 leikarunum,  endaði tað við, at H71 kundi fara til hálvleiks við eini seksmálsleiðslu.                                                                                                                                                                                       

Men Stjørnan kom sterkt aftur í øðrum hálvleiki. Venjarin gjørdi nakrar broytingar á liðnum, og tað vísti seg at hjálpa. Sum seinni hálvleikur leið, minkaði Stjørnan støðugt um munin, og tá umleið 10 minuttir vóru eftir at leika, var leiðslan hjá H71 minkað niður til eitt mál, og rættiligur spenningur var í dystinum. Men nærri kom Stjørnan ikki, hóast møguleikin var har, sigast má, at Stjørnan tók ikki av møguleikanum. Enn einaferð vóru  tað persónlig mistøk, sum kostaðu Stjørnuni sigurin. Dysturin endaði við 28-26 sigri til H71, sum við sigrinum hevur leikt seg í FM-finaluna, har mótstøðuliðið verður Neistin.  

Komandi sunnudag skal Stjørnan so spæla um bronsuna, har mótstøðuliðið verður Kyndil.