Team Klaksvík skal nú spæla um at fáa fyrsta heiðursmerkið í bestu deildini, tá bronsudystur verður móti taparanum av KÍF-VÍF, sum spæla hóskvøldið.
Team Klaksvík kom í hálvfinalurnar, men sum nummar fýra í grundspælinum, so møtir man liðnum, sum er nr. 1. Tað merkti, at Team Klaksvík møtti H71, sum hevur víst seg at vera í flokki fyri seg hetta kappingarárið og var tað eisini yvir báðar hálvfinalurnar. Báðar hálvfinalurnar blivu avgjørdar beinanvegin og hesaferð vann H71 heili 37-15.
Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti (5), Vuk Stevanovic (5), Beinir Johannesen (2), Ludvík Súnason og Jens Pauli Mohr.


