U21-landsliðið hjá Føroyum hevur góð úrslit at vísa á síðstu árini. Í dag vann liðið í Norður-Makedonia.
Einasta málið í dystinum skoraði HB-leikarin Stefan Radosavljevic uppá brotsspark, sum hann sjálvur fekk. Føroyar hava nú 9 stig í bólkinum, har hørð kapping er um 3. plássið, sum kann geva ”play-off” dyst, um Ukraina á 2. plássi ikki kann luttaka komandi tíðina.
U21-landsliðið hevur áður spælt í Klaksvík og tí kann tað henda, at ein avgerandi dystur verður móti Serbia í Klaksvík í juni.


