Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dmytro Lytvyn úr Ukraina skoraði í fyrsta dystinum fyri KÍ

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Høgi miðverjin úr Ukraina kom á vøllin fyri fyrstu ferð í skrásettum dysti fyri besta liðið og gjørdi vart við seg hesa løtuna.

Dmytro Lytvyn kom á vøllin í 75. minutti við støðuni 2-0 til KÍ. Longu í hansara fyrsta minutti mátti hann gera fríspark og fekk gult kort, tá KÍ misti bóltin á egnari hálvu. Uppá frísparkið var NSÍ nær við at skora. Men í 79. minutti kom Dmytro Lytvyn á máltalvuna, tá hann skoraði eftir hornasparksstøðu. Og sum myndirnar vísa, so var tað ein kensluborin leikari eftir, at hann fekk skorað í ”debut’ini”. Hann fekk eisini nógvar lógvabrestir frá stóru KÍ-áskoðarafjøldini.

So hóast hann bara spældi síðsta korterið, so fekk hann bæði gult kort og skoraði eitt mál. Annars kann nevnast, at KÍ liðskipararnir Jákup B. Andreasen og Páll A. Klettskarð spældu við liðskiparabandi, sum hevði litirnar hjá Ukraina sum vísandi til stuðul í krígnum í Ukraina. Sí myndir.