Hetta tiltakið skuldi verið á Torradøgunum, men varð avlýst vegna forfall. Síðani varð heitt á brøðurnar av Oyrabakka, Sigurd og Torkil Johannesen saman við Árna Joensen úr Oyndarfirði um at greiða frá túrum við Stellum.
Men vegna vánaligt kavaveður, sum var í dag, komu eingin teirra fram. Torkil hevur tikið myndir umborð á Stellu Kristinu 1969 – 1970, ið hann hevði sent mær. Tí hevði eg fingið sett eina PowerPoint saman við myndum, eg hevði fingið frá Torkil, Jóhan Páll Joensen og Atla Rasmussen.
Atli hevði tikið myndir í Íslandi av Stellum, áðrenn tær vórðu upphøgdar fyri ikki so langt síðan. Í Íslandi itu Stellurnar m.a. Snæfell og Svartbakur.
So við tí kunnleika, eg hevði til nøvnini, frá Torkil, bleiv myndaframløgan víst og teir, ið møttu, løgdu afturat, har ið neyðugt var, eins og teir komu við ymsum søgum.
Stella Kristina kom í 1968 – og varð seld til Íslands í 1973
Vesturvón kom í 1969 um várið – sama snið sum Stellurnar
Stella Karina kom í 1969 á sumari – og varð seld til Íslands í 1973.
Nógv fólk vóru við hesum snotiligu skipum – 48 mans. Hesir trolarnir, sum tá ið teir komu, vóru eitt rættiligt frambrot í síni tíð. Bæði tí teir vóru hekkutrolarar og høvdu eitt meira arbeiðsligt dekk og vóru ikki so vátir, sum síðutrolaranir. Teir vóru eisini rættiliga snotiliga innrættaðir við flottum teak-panelum og snøggum lampum.
Nógvir ungir dreingir vóru við 14 – 15 ára gamlir, sum var meir at kalla vanligt tá – eisini við línubátunum á Flemish Kap.
Fleiri av teimum, sum vóru við til framløgurna í dag, høvdu verið við og kundu greiða frá teimum ymsu myndunum, hvørjir menninir vóru og hvat teir tókust við.
Eftir myndaframløguna varð vístur ein filmur av lívinum umborð á Stellunum, sum Jákup Anthoniussen hevði tikið og sett saman, har hann greiddir frá, havt gekk fyri seg.
Síðani varð boðið til ein kaffimunn, har nógv ymiskt var havt á lofti. Ein maður greiddi frá, at teir einaferð komu inn í Íslandi. Íslendingarnir vildu vita hvaðani hesi skipani vóru og hvør átti. Úr Føroyum var svarið – Nei, tað vildu teir ikki trúgva!
Tað bar ikki matari á, enn at íslendska sjónvarpið troppaði upp og gjørdi eitt innslag um hesi flottu skipini frá Føroyum.
Tað kundi verið áhugavert, at fingið hendur á hesum innslagnum.
Jú, prátið gekk lystiliga, eisini um tá ið teir komu heim og komu rættiliga illa fyri í ”Illa strongi”.
Sanniliga vóru hetta glæsilig skip í síni tíð og fingu Laksafoss-brøðurnir nógv rós fyri at vera framskygdir og Hallur eisini gott tev ella snodd fyri fiski.



















































