Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Frálík konsert í Miðhøllini á Skúlatrøð

Tekst og myndir: Dávur Winther – Øssur Hentze

Klaksvíkar Hornorkestur, sum er ávegis til vinarbýin, Odense á páskum, hevði eina frálíka konsert í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld.

Tey eru væl fyri og undir kønari venjing av Fiona Parker, sum er teirra dirigentur á ferðini. Klaksvíkar Hornorkestur skal spæla í Dómkirkjuni í Odense mikudagin 13. apríl kl. 16 og í Nordatlantiske Hus fríggjadagin 15. apríl kl. 16 – eisini saman við FDF Odense Misikkreds, sum er eitt hornorkestur, ið líkist Klaksvíkar Hornorkestri.

Hetta orkestrið skal til Føroya í summar og vitjar m.a. eisini Klaksvík tá. So tey fáa høvi at hitta hvønn annan og møguliga spæla okkurt saman eisini 

Klaksvíkar Hornorkestur spældi m.a. Kirkby Lonsdale av Goff Richard – A seal Lullabye av Alan Fernie – Eg oyggjar veit av Alan Fernie – Water Music (no.5) av Handel – Abide with me (reyða bók nr. 29) og til seinast Farandole av Bizet.

Klaksvíkar Manskór

Klaksvíkar Hornorkestur hevði eisini bjóðað Klaksvíkar Manskóri at vera við til konsertina, tó at kórið ikki hevur meir enn smáar fýra mánaðir í venjingarviðføri. Daniel Ray hevur vant kórið umvegis kvøldskúlaskipanina.

Teir sungu Einki er sum summarkvøld við strendur, Finlandia, sum var hegnisliga væl týtt til føroyskt av Eyðálvi Kára Nielsen, ein urkainskan kærleiks sang, har Olga Rasmusen hevði hjálpt til við at úttala orðini rætt.

Til seinast sang manskórið ein vakran sálm við blues ísletti – Hymn for freedom, sum Oscar Peterson hevur skrivað, Jim Clancy útett fyri kór og Harriette Hamilton skrivað orðini.

Við teirri stuttu venjing, kórið hevur fingið, nýtast teir ikki at smæðast – og hvør veit, kanska hava teir helst okkurt at bjóða fram móti jólum, tá ið venjingin hevur nátt betri at gera meira vart við seg.

Tó saman umtikið eitt gott og hugnaligt kvøld við góðum tónum og nógvum hjartalagi.

 

 

Harleywoodpaint