Áhugavert var at hoyra havnamannin, David, sum er Ph.D. í elektroverkfrøði á DTU, greiða frá lítla, men valdmikla myndatólinum, hann hevur verið við til at menna, sum bert vigar 67 gr.
Eftir at fjarstýrdi rovarin, Perseverance, lendi á gongustjørnini Mars 18. februar 2021, hevur David verið partur av granskaratoyminum, ið arbeiðir við kanningunum og greiningum frá PIXL, sum myndatólið verður kallað.
At samlaðu Perseverance-verkætlani eru knýtt hópin av ymiskum granskaratoymum.
David greida frá, at tað tók 800 verkfrøðingum 7 ár at menna PIXL.
Tólið samarbeiðir millum lasara og røntgen, og ger umráðandi scanningar, myndir og royndir.
Røntgen kann skilja ímillum jarn, basalt ella lívrunnin evni. Myndatólið kann sjálvt miðja seg eftir steinunum í skiftandi hita, sum er ein stór avbjóðing – tí hitin liggur um dagin um 0 stig og minus 80 stig um náttina. Tá ið flatan, ið verður avmyndað, bert er sum eitt frímekri til støddar, kunnu spenningar í armum, tólum og steinum vera ein avbjóðing, tí tað tekur tíð at scanna flatuna.
Tó at myndin, sum verður tikin av einum steini, bert er um stødd við eitt frímerki, so er tað nóg mikið fyri at kunna siga hvat steinurin er uppbygdur av.
Har er hópin av Basalt á Mars og tilfarið inniheldur fosileraðar bakteriur, so bakterielt ella mikrolív hevur verið á Mars, eins og vatn hevur verið har. Men tá ið tað um náttina eru minus 80 stig og um dagin er um 0 stig, er ikki serliga virki lív har nú – møguliga um tað slepst nóg langt niður í yvirflatuna kann okkurt lív finnast.
Myndirnar vísa nógvar avleiringar í steinum, sum tekin um lív/bakteriur, sum hava verið á Mars – og seliga tólið, David hevur verið við til at menna vigar, sum sagt bert 67 gr.
Teir taka 7 cm langar jørðprøvar við Perseverance, sum tó neyvan koma niður á Jørðina til nærri kanningar fyrr enn um eini 10 ár – umvegis rakettir og tríggjar satelittar ber til at fáa jørðprøvarnar heim – men vit mugu bíða ca. 10 ár tá ið fyrstu royndirnar koma heima á Jørðina, greiðir David frá.
David vísti myndi av einum kratri – gostrom, ið var um 100 km í diametur, sum fyri 1 mia árum síðan hevur verið fylt við vatni. Nú verður hetta kratrið granskað, har vatnið hevur borið sand og tilfar frá steinum við sær, og síggjast eisini bakteriufosilar í hesum tilfari.
Eisini sóu vit film av lendingina av Mars-farinum. Slíkur filmingur av lensdingini er bert gjørt eina ferð fyrr. Tá ið alt so eydnaðis væl, vóru rúmdarfólkini á NASA ovurfegin. Rúmdarfarið hevði eisini eina lítla dronu við sær, sum kann gera ymsar myndakanningar frammanfyri, har rovarins skal koyra, og aknn hjálpa til við at leggja leiðina til rættis fyri hvussu koyrast skal.
Densiteturin av atmosferini á Mars er bert 1 % av tí á Jørðini, tí máttu veingirnir gerast á serligan hátt fyri at kunna lyfta og flúgva – eins og propellan má mala fimm ferðir skjótari enn á jørðini.
Tað er vindur á Mars, sum bera støv við sær, men av tí at densiteturin (tyngdin) í luftini er so lítil, gera vindarnir ikki so nógv um seg.
David vísti eina mynd at einum ”fjalli”, sum kundi líkana einum føroyskum við rókum. Hetta er áhugavert, tí í løgunum millum flágirnar liggja op av sigmuntum – biologiskum restum ella tekin um, at lív hevur verið á Mars – fosileraður bakteriuvøkstur.
Teir finna leysar steinar, sum eru fluttir við vatni fyri mongum túsund árum síðani – Steinarnir, sum eru kannaðir fyri grundtilfar, eru av basalt, við salti og oxiderað jarni í. Eisini olivinir, sulfatsalt, carbonat og vatn, sum er trongt inn í steinin.
Steinarnir hava eisini blørur í sær, sum helst upprunaliga er av gassum. Greiddi frá 12-15 ymiskim steintilfari, teir hava gjørt boriprøvum í.
Bilurin finnur sjálvur útav at koyra í lendi, sum er egnað at koyra í – hann roknar út við myndatólum hvussu og hvar hann best kann koyra. Hann kann koyra 300 – 500 m um dagin.
Tað er einki oxygen/ilt á Mars og tyngdikraftin er um heltina av tí á jørðini. Gransking er allan sólarringin, tí teir sita í toymum í Australia, í Danmark (Europa) og síðani í USA og arbeiða við somu forritum, frimlum og leistum, so kontuniteturin er í topp – eins og úrslitini rapla bara skjótari inn.
Ein sera áhugeverd framløga, ið eisini fekk áhugaðu lurtarnar at seta nógva viðkomandi spurningar.
Gumma, David – Alma Brend, fekk eisini høvið at heilsa uppá hann og geva honum eitt klemm, áðrenn leiðin lá aftur til Havnar.
Og sum so oftani fyrr, var drúgvt prát afturvið einum góðum kaffimunni aftaná frálíku framløguna hjá David Arge Klevang Pedersen á Skúlatrøð í dag.







































