Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

klaksvik.fo

Býráðsskrivstovan er stongd frá 14. til og við 18. apríl. Opið er aftur sum vanligt týsdagin 19. apríl.

 

Endurnýtslan hevur stongt skírishósdag, langafríggjadag og 2. Páskadag. Leygardagin 16. apríl er opið sum vanligt.

Svimjihøllin er stongd skírisdag, langafríggjadag og páskadag. Leygardag er opið sum vanligt. 2. páskadag er opið sum sunnudag. Tá ið høllin er stongd um páskini, er vælveruøkið somuleiðis stongd og kann tí ikki leigast.

Býarbussurin steðgar at koyra skírishósdag og koyrir aftur týsdagin 18. apríl.

Borgarar, sum hava átrokandi boð, kunnu ringja til hesar telefonir:

Um trupulleikar eru við vatnveitingini o.tl. fartlf: 224500 (Vatndeildin)
Um talan er um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf: 216488 (Vegadeildin)
Um tørvur er at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlf: 219181 (Barnaverndin)

 

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum einar gleðiligar páskir.