Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

“Súlan er góð” siga mykinesfólk

Oliver Joensen

Á túrinum eg var við Líðhamri fyri nakað síðani, styttið eg mær stundir við at taka nakrar myndir av fuglum. Tá kruvt verður umborð á útróðrarbátum, er matur at forvinna hjá serliga stóru fitjufuglum okkara. Ikki minst var tað súlan, í stjól myndina hendan túrin. 

Um Súluna sigur Mikkjal á Ryggi í Fuglabókini millum annað: Súlan er størsti byggingarfuglur í Føroyum. Flogið er favn langt úr einum veingjabroddinum í annan. So langt aftur í tíðina, sum nakrar frásagnir røkka og inntil nú, hevur hon átt einans á Mykineshólmi og tveium drongum har vestanfyri. Áður enn Sunnbiarsteinur var niðurlopin, hevði hon setur har, men átti ikki. Og í ongum øðru stað setur hon seg niðurat uttan hon er deyðasjúk – feig, søgdu teir gomlu.