Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ingeborg Vinther og Súni Selfoss røða 1. mai í Vestmanna

Tíðindaskriv

Sunnudagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna. Røðarar verða Ingeborg Vinther, fyrv. forkvinna Føroya Arbeiðarafelags, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkni orðnar Pauli Magnussen, leiðari á Staðnum.

Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit sum fyriskipa eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.