Tað er fyrstu ferð síðani 2001, at eitt lið vinnur fyrstu átta umførini.
Hóast tað ikki sá so vakurt út, so megnaði KÍ at vinna 1-0 móti Víkingi í gjár. Sigurin ger, at KÍ hevur vunnið allar dystirnar fyrstu átta umførini. Í føroyskum fótbólti skulu vit aftur til 2001 fyri at finna eitt lið, sum megnaði tað. Tá vann GÍ fyrstu 10 dystirnar. Har kann leggjast afturat, at GÍ vann ikki FM sama ár. KÍ vann átta teir fyrstu dystirnar í 1969, tá átta umfør eisini vóru øll, sum blivu leikt hetta árið.
Kelda: FaroeSoccer


