Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hví var eingin hjálp hjá læknavaktini? 

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

Tað ber yvirhøvur ikki til, at fólk verða vend í hurðini, tá tey hava brúk fyri bráðfeingis sálarhjálp.

Tað er ein trupulleiki, sum landsstýrismaðurin má loysa.

Tí fegnist eg um, at hetta í minsta lagi verður kannað av Heilsutrygd og landsstýrismanninum, so vit ikki fáa líknandi støður, sum tær, ið vóru í miðlunum herfyri. Tað hevur landsstýrismaðurin nú lovað.

Hetta má ikki fara í gloymskuna aftur, og tí ætli eg mær at fylgja málinum upp seinni í ár.

Her er svarið hjá landsstýrismanninum til fyrispurningin um bráðfeingis sálarhjálp:
https://www.logting.fo/documents/52999