Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilmelding til 10. flokk

skulatrod.fo

Her kanst tú melda teg til Valskúlan komandi skúlaár og lesa um ymsu breytirnar

Valskúlin, sum 10.flokkur á Skúlatrøð verður kallaður, er spennandi tilboð til teirra, sum vilja menna seg eitt sindur meira, áðrenn avgerð heilt verður tikin til, hvør leið skal takast aftaná loknan fólkaskúla. Vit skapa møguleikan fyri at steðga eitt sindur á, undrast, vera saman og mennast í felagsskapi. Vit leggja dent á, at Valskúlin ikki er framhald av 9.flokki, men heldur vilja vit vera byrjanin til næsta kapitulin aftaná fólkaskúlan. Undirvíst verður í kravdu lærugreinunum føroyskt, enskt og støddfrøði. Síðani snikka næmingarnir sjálvir restina av tímatalvuni saman við at velja breytir og vallærugreinar. Afturat vanligu undirvísingini arbeiða vit nógv við ymiskum verkætlanum so sum upplivingarrúmum, jólaleiki, skipa fyri felags tiltøkum fyri restini av skúlanum o.s.fr. Her sleppa næmingar í Valskúlanum veruliga at royna sítt hugflog og skapandi evni, at skipa fyri, og kanska eisini at finna fram til ymiskt, sum tey ikki longu vita av, at teir duga ella tíma. Eisini er spennandi námsferð afturvendandi táttur í Valskúlanum.

Hesar eru breytirnar og vallærugreinarnar, sum til ber at velja skúlaárið 2022/23:

 

Tónleikabreyt

Velur tú tónleikabreytina, fert tú at arbeiða við at menna teg tónleikaliga og at framføra fyri áhoyrarafjøld. Dentur verður lagdur á at spæla og skapa tónleik. Hetta merkir at spæla løg hjá øðrum, men eisini at skriva, leggja til rættis og framføra sjálvskrivað løg. 

 

Listabreyt

Hetta er breytin, ið gevur tær møguleikan at spenna teg teg út á ein øðrvísi og frælsari hátt. Tú mennir hugin og førleikan í ymiskum listagreinum so sum málningalist, glaslist, leirlist og mangt annað. Ástøðiligi parturin verður millum annað at hyggja nærri at listasøgu og listarákum. Eisini vitja vit ymisk listasøvn og framsýningar.So hevur tú áhuga og hegni innan list, er hetta rætta breytin til tín.

 

Íverksetanarbreyt

Endamálið við breytini er at geva tær avbjóðingar, tú, ið hevur hug at gera hugskot til veruleika. Tú gongur og hugsar um at arbeiða sjálvstøðugt, kanska stovna egna fyritøku. Ert tú áhugað/ur í hesum, so er íverksetanar- og vinnubreytin hóskandi til tín. Við grundarlagi undir føroyska vinnulívinum arbeiða vit við verkætlanum, sum gera tykkum sjálvstøðug og ábyrgdarfull. Verkætlanum, sum eru ógvuliga líkar tí veruliga handilslívinum. Íverksetanarbreytin luttekur eisini í Skúla FM í Íverksetan.

 

Miðlabreyt

Miðlabreytin er til tín, ið ynskir at gerast betri og læra meiri um at gera søgur og lýsa hendingar í filmi og myndum. Vit arbeiða við fleiri miðlum, so sum blað og útvarps miðlum. Eisini arbeiða vit við samskifti sum heild. Fleiri skeið verða í ymisku evninum, og verður eisini arbeitt tvørgreinaliga. Vit vitja viðkomandi arbeiðspláss og læra um gerandisdagin hjá teimum, ið arbeiða við miðlum. Undirvísingin er bæði ástøðilig og handalig, og gevur sostatt eitt gott grundarlag fyri víðari arbeiði innan miðlaheimin.

 

Handverksbreyt

Næmingar á handverksbreytini  sleppa at royna seg og fáa kunnleika til ymisk handverk, so sum timbur-, el- og maskinhandverk. Handverksbreytin er til næmingar við áhuga í alskyns handverki, og sum hava hug at gera ætlanir sínar til veruleika. Endamálið er at kveikja áhugan hjá næmingum fyri handverki sum liður í framhaldandi útbúgving. Arbeiðshátturin er verkætlanarligur, har tað ástøðiliga og verkliga verða flættað saman. Handverksbreytin er í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík.

 

Sjóvinnubreyt

Endamálið við sjóvinnubreytini er, at tú fært innlit og royndir, sum gera teg føra/n at røkja sjógvin, og taka røttu avgerðina á sjónum. Vit arbeiða við trygd á sjónum, umframt at vit  læra um streym, kumpass, vitar og at seta kós. Vit læra at knýta knútar m.a. nylonknútar, so vit kunnu gera til ymiskan fiskireiðskap, spleysa og bøta trol. Eftir loknan lestur skal tann lesandi í lærugreinunum siglingarlæru, sjóreglum, veðurlæru og trygd, havumhvørvi, sjómansskapi og GPS og radara hava so holla vitan, at hann trygt kann føra bát í øllum umstøðum. Frálæran er skipað í samstarvi við Sjónám í Klaksvík, og fáa næmingarnir dugnaskapsroynd í sigling við báti upp til 20BT. Umframt fáa næmingar á sjóvinnubreytini trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum.

NB: Kostnaður fyri trygdarskeið er 2.250,- kr.

 

Køksbreyt

Ert tú áhugað/ur í matgerð, og brellast tú eftir at læra, hvussu tú kanst gera mat frá grundini av, bæði til yrkadag og serlig høvi, og fáa heilsugóðar vanar, ið kunnu geva tær betri lívsdygd, so kom á kostbreyt. Á breytini arbeiða vit bæði ástøðiliga og verkliga. Í ástøðiliga partinum verður dentur lagdur á heilsulæru, likamsvælveru, føðslulæru og reinføri. Í verkliga partinum verða grundleggjandi arbeiðshættir lærdir, umframt at næmingurin verður stimbraður at nýta hugflogið.

Breytin bjóðar seg eisini fram til at gera mat til ymisk skúlatiltøk. Breytin er eitt gott grundarlag, um tú ynskir eina yrkisleið innan matstovuvinnuna.

 

Málbreyt
Endamálið við málbreytini er at økja um málsliga og mentanarliga vitan og tilvitsku. Vit arbeiða við sponskum máli og mentan. Eitt gott grundarlag, um tú ætlar á miðnámsskúla.

 

Vallærugreinarnar alisfrøði og evnafrøði

Hevur tú áhuga fyri vísindaligum lærugreinum, so er møguleiki fyri at velja alisfrøði og evnafrøði í 10.flokki. Undirvíst verður í hvørjari lærugrein 2 tímar um vikuna, og til ber at velja annahvørt aðra ella báðar lærugreinarnar. Eitt gott grundarlag til teirra, sum ætla sær eitt nú á náttúrubreyt í miðnámi. Legg til merkis: fyri at sleppa á náttúrubreyt krevst at tú hevur havt alis/evnafrøði í 9.flokki. 

 

Vallærugreinin danskt

Arbeitt verður høvuðssakliga við at nærlesa ymiskt tekstasløg. Her er talan um alt frá stuttsøgum til lýsingar og yrkistekstir. Eisini verður arbeitt við filmi og podcast og ymiskum skrivivenjingum. Eitt gott grundarlag, um tú ætlar á miðnámsskúla.

Fylg slóðini her, fyri at melda teg til 10.flokk. Freistin er fríggjadagin 27.mai:

Melda til Valskúlan