Væl av fólki hevði leitað sær í Vágstún at lýða á Pál á miðnátt í gjárkvøldið, sum kom vítt umkring við eini savnandi røðu.
Fyri um kvøldið stóð m.a. á skrá kl. 22.30 Live-tónleikur á pallinum í Vágstúni við Herborg Torkilsdóttir sum sang.
Felagssangur við góðum undirspæli frá Fuglafjarðar Harmonikufelag
Klaksvíkar Hornorkestur spælir horntónleik
Midnáttarsamkoma – Í Vágstúni við kyndlagongu
Pál Weihe, professari og granskari heldur røðu.
Eftir midnáttarrøðuna var stórt fýrverkarí sent upp
Niðanfyri verður røðan hjá Pál Weuhe endurgivin.
Gott kvøld góðu stevnufólk, góðu norðingar.
Dagin fyri Norðoyastevnuna í fjør ringdi eg til Dáva Winther og mælti til, at Norðoyarstevnan varð avlýst vegna Corona farsóttina. Tað var fakliga lætt, men kensluliga tungt – kendist sum happing.
Tað var tøgn í telefonini eina løtu, men so gekk tað skjótt og hann ringdi aftur eftir lítlari løtu og segði, at tey sum ráddu fyri stevnuni, tóku undir, sjálvt um hetta heilt vist fór at vera herskin kostur fyri mong, sum vóru stevnuspent, og fyri tey mongu, sum høvdu lagt so nógva orku í fyrireikingarnar og ikki minst fyri øll veitingarstøðini, sum høvdu keypt inn og vóru til reiðar.
Hetta tilmælið um at avlýsa Norðoyastevnuna var ikki einsamalt, tí eg hevði ikki gjørt annað enn mælt til avlýsingar, útsetingar og avmarkingar í meira enn eitt ár tá. Persónliga vil eg siga, at hesi tvey árini við Coronu vóru sum ein lærutíð í avlýsingarfrøði.
So siga vit, at vanliga lærutíðin er 4 ár, ja, so eri eg hálvlærdur sum avlýsingarfrøðingur og ljósasløkkjari. Afturlýtandi vil eg tó siga, at tað var stak gevandi at tosa við føroyingar – eisini í hesum trongu tíðum. Sjálvt um nógv stóð uppá spæl hjá summum, so var forstáilsi stórt og viljin at geva sítt íkast til at basa smittuni stórur. Ikki minst frá fólki her norðuri. Eg skal tí nýta høvið at takka tykkum, serliga umsitingini í Klaksvíkar kommunu og stovnum hennara fyri eitt fyrimyndarliga skilagott samskifti.
Eg kom til Klaksvíkar fyrstu ferð í 1965, tá skúlin har vesturi gjørdi útferð til Klaksvíkar, og vit gistu í nakrar dagar. Eg búði hjá Jóannis Skorheim, sum gekk á sama flokstrini sum eg – vit eru 49-arar. Og so árið eftir luttók eg í eina viku á einum bíbliuskeiði í Betesda. Lítið visti eg tá, at eg fór at gerast tætt knýttur av Klaksvíkini, tí eg fekk konu hiðani úr býnum.
Og heppið var tað, at eg møtti Sáru Inger Isaksen, tí við henni kom eg at kenna nógvar klaksvíkingar og dvaldist her norðuri ikki so fáar fríløtur. Her stóð eg mín manndómsprøva við at fara til bjargar fyri at vinna Sáru. Her havi eg mangan sitið í góðum veitslulag hjá vinfólkunum Hannu og Bjarta Hoybro. Á hesum grundarlag haldi eg, at eg veit eitt sindur um tykkum, sum her búgva:
· Tit eiga eitt áræði, sum eg vildi ynskt, at allir føroyingar áttu.
· Tit fáa ting frá hondini og snakka ikki tingini í hel.
· Tit eru ikki handlingslammað av iva.
· Tit hava eitt fjálgandi samanhald.
Søgan um 66-liðið, sum vann meistaraheitini í fótbólti fleiri ár á rað, er eitt dømi um, at tá tit seta tykkum nakað fyri, ja, so fara tit sum gjøgnum heilt fyri at røkka málinum. Og nú er KÍ aftur á sigursferð – og havnarmenn hugsa bara um, nær tað mann fara at enda, men frykta 66- liðið umaftur.
Vit kenna nógva staðni frá rivalisering millum størsta býin, høvuðsstaðin og næststørsta býin. Og rivaliseringin millum Havnina og Klaksvíkina er væl kend og kanska eisini ein grundin til, at tað gongur tykkum so væl í Klaksvík. Tit vilja ikki standa aftanfyri nakran.
Men fyri at hesin spenningur skal haldast við líka, krevst ein ávíst fjarstøða, tí koma slíkir polar ov tætt, so forsvinnur spenningsmunurin og harvið orkan til framtøk. Sjálvt um Klaksvíkin liggur har hon altíð hevur ligið, so er avstandurin til Havnar minkaður almikið við undirsjóvartunlinum. Tí er tað mín forsøgn, at skjótt fara gonguløgini hjá klaksvíkingum og havnarmonnum at líkjast og talið av fólki við kontórtasku í hond at vaksa í Klaksvík. Tað er tó mín vón, at tit halda fast í tykkara serliga framfýsni.
Lat meg so hesa várnátt røða um mítt og tykkara elskaða land:
· Vit eru priviligerað við okkara fjarstøðu her úti í havi. Ongar fíggindar við markið, men bara eitt veldugt gávumilt hav í allar ættir, og tað er okkara.
· Her er trygt – eingir tjóðar og valdsmenn. Vit kunnu ganga trygt úti og sova fyri opnari hurð – hvør kann tað aðrastaðni?
· Vit hava almikið av grønari orku: vindin, regnið og sjóvarfallið. Tá allir generatorarnir fara at snurra í sjónum, í luftini og úti á verkinum við Strond við vatni frá byrgingini í Strandardali, fara tær at geva tykkum nógv meira orku, enn virkir og húsarhald og teir størstu bilar hava brúk fyri.
· Um vit gagnnýta hesa natúrligu orkuna, sum als ikki dálkar, kunnu vit tekja miðbýin í Klaksvík og seta temperaturin á 25 gradir alt árið. Har fara vit um nøkur ár at spasera klødd sum í suðurlondum.
· Vit kunnu hita innasta partin av vágni her og á Borðoyarvík, so vit hava heitar og ymiskar baðistrendur. Góðu tit – hetta er slett ikki villari enn, tá Jógvan við Keldu skeyt upp fast samband millum Borðoy og Eysturoy á sinni.
· Vit eru rík í Føroyum – okkara bruttutjóðarinntøka fyri hvønn av okkum er millum tær hægstu í verðini. Vit komu til berar klettar fyri meira enn túsund árum síðan, og vit eru her enn. Men sum Pól F. yrkir: “Í armóð livdu fedrar her, men berlig kor hvast vitið ger, ber trúgv á egna megi”. Vit hava megnað við egnum hondum og við ófatiligum stríði bæði á sjógvi í landi at skapt ríkidømi her á klettunum.
· Væntaði æviskeið føroyinga, tá vit koma í heim, er nú metlangt. Vit liva longri í okkara landi enn næstan øll onnur á klótuni. Og tað má sigast at vera eitt vælsignilsi – at liva leingi í landinum, sum flýtur í mjólk og hunangi, fyri at brúka orðini í Fimtu Mósebók.
· Og so eiga vit í mun til fólkatalið eitt øgiliga stórt sjóøki við livandi verum, sum ein svøltandi heimur hungrar eftir. Mett verður, at ein lítil milliard fer svong í song og hetta talið er vaksandi. Tit í Klaksvík eru veiðumenn sum fáir, – og harvið gera tit tykkara til, at tey svøltandi úti í heimi fáa mat í munnin.
· At framleiða heilsugóðan mat, sum eru tykkara aðalstarv her norðuri eigur at gera tykkum errin. Tað gevur meira meining at brúka sítt lív uppá at framleiða mat – heldur enn vápn og sigarettir.
Góðu áhoyrar – her standa vit hesa vónríku nátt í mai. Vónandi á gáttini til eitt langt og gott summar, sum í ár kemur í hæddina, tá tykkara imponerandi Summarfestivalur verður í august – tí eg rokni avgjørt ikki við, at apukoppar fara at leggja fót fyri hann!
Tá eg gangi oman úr Hoyvík til Havnar, gangi eg gjøgnum Ovara Hoydalar. Har rennur ein so avbera vøkur á gjøgnum dalin, og her í endanum av mai er áin randa av gulum sóljum og grønum grasi. Tá eg spáki í hesum fagra heimi, hugsi eg ofta um orðini hjá stóra skaldinum av Viðareiði, Christiani Matras, sum so hegnisliga setur orð á mínar várkenslar. Eg lesi fyri tykkum fyrsta og triðja ørindi:
Tú gakk tær fram við ánni, tá ið bakkagrasið leingist, tá eyrur fjarar turrur, og tá áarrásin treingist, og fenið er við sóljun sett sum himmiríkis fløta – tá er tað, sum at livið títt var bert ein lítil løta.
Tú veitst, at slík var útgerðin, ið allir dreingir fingu, sum fram við Løksará í lívsins morgunráða gingu, og teir, sum sigla Íslandssjógv, og teir, sum heiman fóru, úr Føroyum slíkar halgidómar við um verøld bóru.
Lat okkum øll seta okkum fyri at passa uppá okkara land og náttúru. Ikki at dálka náttúruna við kemiskum evnum. Ikki at mispríða hana við ljótum bygningum, grefligum sárum í bø og haga og óruddi. Soleiðis at tey, sum heiman fara, framhaldandi kunnu bera okkara halgidómar við um verøld.
Hugnið tykkum nú øll her á Norðoyarstevnu og havið eitt gott summar.
Góða Norðoyarstevnu!























































