Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SF: Sølan av campingplássum byrjar mikudagin

Norðlýsið

Mikudagin 1. juni kl 11:00 letur almenna sølan av kampingplássum til Summar Festivalin 2022 upp.

Sølan av campingplássum fer fram á heimasíðuni sf.fo. Haðani ber til at sleppa inn á søluskipanina, velja sær pláss og rinda fyri tað. Campingpláss verða á fleiri støðum í Klaksvík.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 4. til 6. august 2022.

Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo. Mikukvøldið 1. juni á midnátt hækkar prísurin.