Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fjepparatiltak áðrenn landsdystin við Djúpumýru

Norðlýsið

Týsdagin 7. juni fara U21 dreingirnir á vøllin til seinasta dystin í hesari EM undankappingini.

Mótstøðuliðið er Serbia, sum í løtuni er á triðja plássi í bólki H við 11 stigum, tvey stig frammanfyri Føroyar á fjórða plássi, og tá liðini hittust í Serbia í fjør, endaði tað við málleysum javnleiki.

Lagt er tí upp til ein spennandi dyst, sum verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík, og í hesum sambandi skipa Bláa Bylgjan og KÍ fyri spennandi fjepparatiltaki við upphiting til dystin.

Tiltakið byrjar kl. 15.00, og á skránni verður andlitsmáling, tónleikur og ymisk stuttlig fótbóltsspøl. Harumframt verða grillaðar pylsur og sunkist ókeypis at fáa. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin – til ber at keypa atgongumerki her:

https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/1504006/order/info

Harleyfacadeacryl