Liðið er sett til dystin móti Turkalandi í Istanbul í kvøld.
Vit síggja, at níggju av 11 leikarum spæla í Føroyum ella Íslandi. Afturat teimum koma Viljormur Davidsen úr bestu deildini í Svøríki og Gilli R. Sørensen úr bestu deildini í Norra.
Gunnar Nielsen – René S. Joensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Vilormur Davidsen – Gilli R. Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Ári M. Jónsson – Patrik Johannesen. Á bonkinum eru allir hinir í hópinum uttan skaddi Meinhard E. Olsen.
Dysturin byrar kl. 19.45.



