Venjingardystur í Sarpugerði leygarmorgunin.
Liðini sum kappast um FM í ár, Víkingur og KÍ, møtast í venjingardysti í Sarpugerði leygarmorgunin kl. 11.00.
Dysturin er partur av fyrireiking til landskappingina, sum eftir drúgvan landsliðssteðg aftur fer í gongd um eina viku. Tó eru A-landsliðsleikararnir ikki tøkir hjá liðunum, tí enn hevur A-landsliðið tveir dystir eftir. Annar er á heimavølli móti Litava leygardagin kl. 17.00.



